Savnsmynd: Sudurras.fo

Nýborg farin á makrelveiðu vestanfyri Hetland

Kiran Jóanesarson

05.01.2018 - 08:54

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Nýborg fór í gjár ársins fyrsta túr.

Teir hava ligið á Vági millum jól og nýggjár, men í gjár fóru teir av Vági og sett kós móti makrelfeltinum vestan fyri Hetland.

Alex Vilhelm, reiðari, upplýsir, at teir fara at fiska makrel, og at 11 mans eru við hendan túrin. Skipari er Martin Midjord.

Nýborg hevur gjørt nakrar góðar túrar eftir svartkjafti seinastu tíðina, sum teir hava landað til Havsbrún í Fuglafirði.

Fleiri av føroysku skipunum eru á makrelfeltinum vestan fyri Hetland.