Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Nýborg landar góð 400 tons í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

11.05.2018 - 19:45

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið slapp framat í dag aftaná Høgaberg.

Nýborg hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður at teir hava umleið 400 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Tá ið Nýborg hevur landað, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu.