Mynd: Sudurras.fo

Nýborg slapp framat at landa í gjár

Kiran Jóanesarson

09.10.2017 - 20:02

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Nýborg, úr Vági, kom leygardagin á Fuglafjørð, har teir skuldu landa.

Nýborg hevur fiskað makrel norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Nýborg slapp framat at landa í gjár á middegið.

Nýborg hevði 390 tons av makreli, sum teir skuldu landa til Pelagos. Upplýst verður at Nýborg fer aftur til fiskiskap, tá ið teir hava fingið at vita nær teir aftur sleppa framat at landa.