Mynd: Nýggja Norðborg, sum reiðrríð hevði ætlanir um at byggja - Norðlýsið

Nýbygging: Mugu niður á eitt skip

Kiran Jóanesarson

07.06.2018 - 09:54

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Reiðaríið, sum stendur aftanfyri Norðborg og Christian í Grótinum, hevur fyribils ongar ætlanir um at byggja nýtt.

Tað var í november í 2015, at reiðarið meldaði út at felagið hevði slept ætlanunum at byggja eitt nýtt skip fyri Norðborg, og støðan er framvegis óbroytt.

- VIt hava tosað um tað av og á, men støðan er sum so óbroytt, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðarið.

- Støðan er framvegis alt ov óviss. Hóast nýggja fiskivinnulóggávan er komin í gildi, so vita vit slett ikki nóg nógv enn. Tað einasta, sum vit eru heilt vísir í er, at um vit skulu byggja nýtt, so mugu vit niður á eitt skip, av tí at kvoturnar heilt vist fara at lækka seinni.

Talan var um ein nýbygning, sum hevði kostað umleið 400 milliónir krónur, og sum hevði avloyst Norðborg. Á henda hátt hevði reiðaríið fingið eitt nýggjari og betri skip fyri stóra framleiðslu skipið.

Av tí at skipini hava nøkur ávís ár á baki, so er áhugið fyri at fáa nýggjari og betri skip, men óvissan er ov stór.

- Tað er serliga lógin um veiðugjøld og uppboðsølan, sum heldur okkum aftur, sigur Kristian Martin Ramussen at enda. 

Norðborg er frá 2009, og Christian í Grótinum er frá 2003.