Mynd: Reiðaríið

Nýggja Gitte Henning byrjar at taka skap

Kiran Jóanesarson

10.08.2017 - 11:19

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Nýggja danska uppsjóvarskipið, Gitte Henning, byrjar nú av álvara at taka skap.

Skrokkurin til stóra uppsjóvarskipið, verður gjørdur í Póllandi, og byrjar nú at líkjast einum skipið.

Nýggja Gitte Henning, sum verður góðar 91 metrar langt, og verður størsta uppsjóvarskipið í danskari søgu, skal eftir ætlan latast reiðaríðnum seinast í hesum árinum.

Tað er norska fyritøkan Salt Ship Design, sum hevur teknað skipið, og tá ið skrokkurin er liðugur, skal skipið sleipast til Norra, har skipið skal gerast liðugt á Kleven - Myklebust Verft.