(Mynd: Carsoe)

Nýggju grønlendsku rækjutrolararnir

Sverri Egholm

08.01.2017 - 23:06

Fiskur > Tíðindi > Grønland

Síðst í 2018 og í byrjanini av 2019 fær Grønland tveir nýggjar framkomnar rækjutrolarar. Tað skrivar Sermitsiaq.ag.

Tað eru grønlendsku feløgini Polar Seafood og Qajaq Trawl, sum í felag hava gjørt avtalu um at keypa hesar nýggju trolararnar, sum skulu brúkast til rækjufiskarí, men eisini kunnu brúkast til annað fiskarí.

Í løtuni eru teir undir bygging á einari skipasmiðju í norður Spania, men fyritøkan Carsoe verður veitari av fabrikkini umborð. Fyritøkan, sum er úr Aalborg hevur longu nú almannakunngjørt myndir av, hvussu teir koma at síggja út.

Trolararnir verða 80 metrar langir og 17 metrar breiðir, og kunnu frysta 110 tons av rækjum um samdøgrið.

Prísurin liggur um 300 milliónir krónur fyri hvønn.