Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Olga Maria og Dragasund undir sama reiðarí

Sverri Egholm

07.12.2016 - 19:44

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Olga Maria Sp/f í Leirvík, sum frammanundan eigur og rekur trolbátin Olga Maria, økir nú um flotan. Tað upplýsir Sjóvinnustýrið í dag.

Tí Olga Maria Sp/f hevur keypt trolbátin Dragasund, sum Bjarni Kass, reiðari í Tórshavn annars keypti frá Sp/f Húsadalur í 2014.

Dragasund er bygdur í Íslandi í 2002, er 17,8 metrar langur, slakar fimm metrar breiður og er 2,6 metrar djúpur. Hann er 66,4 bruttotons og hoyrir heima í bólkinum 4T, har útróðrarbátarnir størri enn 40 tons á trolveiðu, eru bólkaðir.

Dragasund er bygdur í Íslandi í 2002 og er systurskip hjá Dýrindal og Birtingi.

Sjóvinnustýrið upplýsir, at keypsprísurin var 400.000 krónur.

Ikki longur ein vinna fyri fiskimannin
Tað var annars í august mánaða í ár, at Felagið Trolbátar sendi eina yvirlýsing út, har boðað var frá, at teir vildu úr vinnuni.

- Felagið trolbátar metir at fiskivinnan ikki longur er ein vinna fyri fiskimannin, men ein vinna fyri búskaparfrøðingar og aðrar at gera modell til, sum bólkur 4T als ikki longur kann sameina seg við, sum eina leið hjá høvðusvinnuni at fara, skrivaði felagið tá.