Polar Nanoq á kongafiskaveiðu í Eysturgrønlandi

Kiran Jóanesarson

09.01.2018 - 21:34

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Grønlendski trolarin Polar Nanoq kom í gjár á Kollafjørð, har teir skuldu hava ein part av manningini umborð.

Polar Nanoq hevur verið á beding í Frederikshavn í Danmark í allan desember mánaða, og arbeiði hevur gingið væl.

Nú teir eru lidnir í við arbeiðið í Frederikshavn, fara teir aftur til fiskiskap. Polar Nanoq loysti stutt eftir klokkan 13 í dag, og kósin er sett móti Íslandi, har restin av manningini skal umborð.

Tá ið tað er gjørt. verður fari til Eystur Grønlands, har teir skulu fiska kongafisk.

Við Polar Nanoq eru 27 mans, harav 9 eru føroyingar.