(Mynd: EPA)

Polar Nanoq fer nu at fiska svartkalva

Kiran Jóanesarson

02.09.2017 - 22:04

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Grønlendski trolarin Polar Nanoq hevur júst landað makrel í Hafnarfriði.

Polar Nanoq hevur seinastu tíðina fiskað makrel í Eysturgrønlandi, og hevur júst landað seinasta turin. Teir hava landað 610 tons, sum teir hava fiskað í eina viku.

Polar Nanoq hevur nú riggað til at fara á svartkalva veiðu í Vesturgrønlandi, og loyst verður i dag.

Við skipinum eru 24 mans, harav 8 føroyingar.