Savnsmynd

Polar Nanoq kom inn á Hafnarfjørð í dag

Kiran Jóanesarson

05.07.2017 - 20:44

Fiskur > Tíðindi > Grønland

Grønlendski trolarin, Polar Nanoq, kom til Íslands í morgun, har teir skulu landa.

Polar Naoq hevur fiskað sild í Eystur Grønlandi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir hava 622 tons av sild, sum teir hava fiskað uppá  11 dagar. Tá ið teir hava landað verður farið nýggjan túr.

Við Polar Nanoq eru 24 mans, harav 8 eru føroyingar.