Mynd: Kiran Jóanesarson - Myndin varð tikin tá ið Polarhav og Stjørnan komu á Kollafjørð í kvøld.

Polarhav og Stjørnan komu á Kollafjørð í kvøld við 120 tonsum

Kiran Jóanesarson

09.08.2017 - 22:51

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Polarhav og Stjørnan, sum partrola, komu á Kollafjørð í kvøld við 120 tonsum av gulllaksi.

Parið hevur verið til fiskiskap á djúpum vatni, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur. Støddin er góð – umleið 300 gram.

Veiðan verður landað til Faroe Pelagic í Kollafirði, hetta tí at Tavan, í Leirvík, er givin at taka ímóti meira gulllaksi í ár.

Upplýst verður, at tá ið liðugt er at landað verður fari aftur til fiskiskap.