Mynd: Kiran Jóanesarson

Ran kom á Havnina sunnudagin við fullari last

Kiran Jóanesarson

06.03.2018 - 08:43

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Frystitrolarin Ran úr Havn kom á Havnina sunnudagin, har teir skulu landa.

Ran hevur verið til fiskiskap á Flemish Kap, og upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið góður.

- Ran hevur verið til fiskiskap í tveir mánaðir, og teir komu heim við fullari last, upplýsir Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

Ran hevur fiskað kongafisk og svartkalva á Flemish Kap, og ávegis heim fiskaðu teir eitt sindur av búrfiski.

Hans Andrias, reiðari, leggur aftrat, at Ran verður klárur aftur til fiskiskap fyrst í komandi viku, og tá verður fari á búrfiskaveiðu við Asorurnar.