Regina C hevur landað og skift manning í Sisimiut

Kiran Jóanesarson

09.09.2017 - 18:02

Fiskur > Tíðindi > Grønland

Grønlendski rækjutrolarin Regina C kom til Sisimiut hósdagin, har teir skuldu landa og skifta manning.

Hetta er triði túrurin hesa útmynstringina, og fiskiskapurin hevur verið góður. Regina C hevur tilsamans fiskað 1400 tons av rækjum.

Upplýst verður, at Regina C hevur fiskað alt í Vesturgrønlandi, og at skipini á leiðini hava góðan fiskiskap eftir rækjum fyri tíðina.

Við Reginu C hesa útmynstringina vóru 20 mans, harav 6 føroyingar.