Reiðarin: Stýrimaðurin varð skolaður eftir dúrkinum á brúnni

Kiran Jóanesarson

06.01.2018 - 10:49

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Nýborg fekk seinnapartin í gjár ein sjógv á bakborðssíðu aftan, og misti streymin.

Alex Vilhelm, reiðari, upplýsir, at manningin hevur tað eftir umstøðunum gott, tó at ein maður fekk skaða. Talan er um stýrimannin, sum var á brúnnið, tá ið teir fingu sjógvin.

- Stýrimaðurin var á brúnnið tá ið teir fingu sjógvin, og tveir teir stórstu rútarnir á brúnnið vórðu trýstir inn, so at maðurin varð skolaður eftir dúrkinum. Hann hevur brotið annan armin og óstbeinið, upplýsir reiðarin

Skipið fór fyri lítlari løtu síðan eftir Nólsoyarfirði, og reiðarin upplýsir, at skipið siglir við egnari megi. Brimil er tó hjá skipinum, og hevur fylgt við meginpartin av túrinum inn. Reiðarin fær ikki upplýst hvør ferðin hevur verið, tí tað síggja teir ikki umborð, men hann sigur tó at tað hevur gingið munandi skjótari enn teir høvdu væntað.

Teir vera á Runavík hvørja løtu, og so skulu fólk frá okkum og tryggingini umborð, at eftir hyggja eftir skaðanum, sum skipið hevur fingið.

Talan er um rættuliga nógv el arbeiðið, sum helst skal gerast, og reiðarin veit ikki heilt hvussu leingi arbeiðið kemur at taka.

- Tað kann taka eina viku, men tað kann eisini skjótt taka tvær vikur. Vit vónandi sjálvandi, at tað tekur so skjótt sum gjørligt at fáa skipið siglingarklárt aftur.

Nýborg var júst komin á makrelfelti í ES sjógvi, tá ið teir fingu sjógvin. Teir fingu útskrivað loyvið beint áðrenn vikuskiftið, og fóru beinanvegin avstað. Nýborg var ikki byrjað fiskiskapin eftir makreli tá ið teir fingu sjógvin.