Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Rókur og Lerkur landa til Faroe Origin í Runavík

Kiran Jóanesarson

05.04.2018 - 19:11

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Partrolararnir Rókur og Lerkur úr Runavík komu í gjár á runavík, har parið skal landa.

Parið hevur umleið 260.000 pund harav meginparturin av veiðuni er kongafiskur. Veiðan verður landað til virkið Faroe Origin í Runavík, sum eisini eigur partrolararnar.

Tá ið Rókur og Lerkur hava landað, verður fari aftur til fiskiskap undir føroyum. Skipini loysa aftur í kvøld.