Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Rókur og Lerkur landa til Faroe Origin í Runavík

Kiran Jóanesarson

12.04.2018 - 17:34

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Partrolararnir Rókur og Lerkur landa í dag til virkið Faroe Origin í Runavík.

Parið hevur umleið 160.000 pund, og meginparturin av veiðuni er kongafiskur.

Rókur og Lerkur hava fiskað vestanfyri hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Tá ið Rókur og Lerkur hava landað, verður fari nýggjan túr. Parið hevur roynt í 6 dagar hendan túrin.