Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Royna at selja Slættaberg

Kiran Jóanesarson

07.06.2018 - 07:09

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið hevur ligið í Klaksvík seinastu tíðina.

Slættaberg, sum kom í føroyska flotan í 2012, men í 2016 keypti reiðaríið eitt størri og nýggjari skip, sum skuldi avloysa Slættaberg.

Síðan avloysingina hevur Slættaberg fyri tað mesta ligið á Klaksvík, men hevur tó gjørt nakrar túrar fyri reiðaríið síðan skipið varð avloyst.

Hanus Hansen, reiðari, upplýsir, at skipið stendur á sølulista, men so at siga eingin fyrispurningur kemur um skipið.

Hanus Hansen er eisini reiðari á Sjúrðarberg, sum JFK roynir at selja, men heldur ikki har er nakað nøktandi boð komið uppá skipið.