Russiskt reiðaríð keypir íslendskan verksmiðjutrolara

Kiran Jóanesarson

09.05.2018 - 19:41

Fiskur > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Eitt russiskt reiðarí hevur givið eitt boð uppá íslendska trolaran Brimnes, sum reiðaríið hevur valt at taka av.

Talan er um íslendska trolaran Brimnes, sum er bygdur í Norra í 2003.

Brimnes fekk uppruna navnið Vesttind, og hoyrdi til norska reiðaríið Aker Seafood.
Skipið varð selt 5 ár seinni til Íslands, har tað fekk navnið Brimnes, og heimstað í Reykjavík.

Guðmundur Kristjánsson, reiðari, upplýsir fyri danska miðlinum fiskerforum.dk, at reiðaríið fekk eitt somikið gott boð, at torført var at siga nei, og tí hevur manningin, sum er í tveimum holdum, fingið boð um at skipið er selt.

Guðmundur Kristjánsson upplýsir eisini, at tíðin er farin frá at virkað fiskin umborð á skipum, og til at flyta framleiðsluna á land, og tí verður tað væntandi ein feskfiskatrolari, sum reiðaríið fer at ogna sær fyri Brimnes, um kvoturnar ikki vera deildar yvir á hini skipini hjá reiðarínum.

Brim HF eigur nú trolararnar Kleifaberg, sum er bygdur í 1974 og Guðmundur í Nesi, sum er fyrrverandi Hviltenni, sum Kjartan Joensen, í Leirvík, lat byggja í 2000.