Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Ruth er farin aftur til fiskiskap

Kiran Jóanesarson

05.01.2018 - 21:28

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Danska flaggskipið innan donsku fiskivinnuna Ruth, úr Hirtshals, er farin á makrelveiðu.

Ruth roynir, eins og tey føroysku uppsjóvarskipini, vestanfyri Hetland.

Mikkjal Godtfred, skipari, upplýsir at tá ið teir loystu vistu teir ikki heilt hvat teir skuldu fiska. 

Valið stóð ímillum at fiska sild ella makrel, men tá ið teir frættu at Isafold og Gitte Henning ikki raktu við sild, valdu teir at fara á makrel.