Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Ruth kemur til Skagen í dag við fullari last

Kiran Jóanesarson

10.04.2018 - 13:56

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Danska flaggskipið í donsku fiskivinnuni, sum Gulak Madsen eigur, skal landa til FF Skagen í kvøld.

Ruth hevur fiskað vestanfyri St. Kilda hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Mikkjal Godtfred, skipari upplýsir, at teir vera inni í Skagen í kvøld, og at 10 mans eru við hendan túrin.

Tá ið Ruth hevur landað, fara teir aftur á svartkjaft vestanfyri Írland.