Savnsmynd: Skibsarkivet - Christian Jensen

Ruth kom til Egersund í morgun við 2000 tonsum

Kiran Jóanesarson

06.01.2018 - 15:42

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Danska uppsjóvarskipið Ruth kom í morgun til Egersund, har teir skulu landa makrel.

Ruth hevur fiskað makrel vestanfyri Hetland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at talan er um góða stødd - umleið 400 gramm, og at teir fáa 8 krónur kilo fyri makrelin.

Tá ið Ruth hevur landað, verður fari aftur á makrelveiðu vestanfyri Hetland, um fiskiskapurin eftir sild ikki batnar, upplýsir Mikkjal Godtfred, skipari.

Við Ruth hendan túrin vóru 10 mans, harav 9 eru føroyingar.