Mynd: Skibsarkivet - Christian Jensen

Ruth kom til Skagen í dag við fullari last av svartkjafti

Kiran Jóanesarson

06.03.2018 - 21:38

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Danska uppsjóvarskipið, sum føroysingar í Hirtshals eiga, kom í dag til Skagen, har teir skulu landa.

Ruth hevur verið til fiskiskap eftir svartkjafti vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir landa ímillum 3300-3400 tons av svartkjafti, sum teir køla umborð. veiðan verður landað til FF Skagen.

Tá ið Ruth hevur landað, verður fari aftur á svartkjaftaveiðu vestanfyri Írland.

Við Ruth eru 10 mans, harav 8 eru føroyingar.