Mynd: Mest

Rutt snollað – fyrr og nú

Sverri Egholm

04.07.2017 - 17:19

Fiskur > Vinna & Tøkni > Alivinna
Alibáturin Rutt hjá Bakkafrost hevur seinastu vikurnar verið til umvælingar og høvuðssýn á MEST í Tórshavn.

Umframt ávíst stálarbeiði og aksiltrekk er ymiskt annað arbeiði framt. Eisini er skipið sandblást og málað í einum av høllunum í Havn.

Og tað var júst í Tórshavn, at skipið varð smíðað í 2001.

Sum myndirnar vísa er stórur munur á skipinum – áðrenn og eftir, at Rutt bleiv snollað.