Mynd: Kiran Jóanesarson

Sandshavið til Eysturgrønlands

Kiran Jóanesarson

05.06.2018 - 21:27

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Línuskipið Sandshavið fór í gjár til fiskiskap í Eysturgrønlandi.

Upplýst verður, at teir skulu fiskað sín part av kvotuni, sum er umleið 192.000 pund í rundari vekt.

Sandshavið fór av HAvnini seinnapartin í gjár. 

Tá ið teir hava fiskað kvotuna í Eysturgrønlandi, skulu teir á beding hjá Mest í Havn.