Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Siglir við livandi toski

Føroyska Sjómansmissiónin

16.01.2017 - 20:33

Fiskur >

Fyrst í desembur kom grønlendska skipið Maniitsoq á Miðvág. Har hevur tað ligið, til tað nú fyrst í januar fór inn á Skála, har skipasmiðjan Mest skal gera ymisk viðlíkahald við skipið.

Tað er Royal Greenland, sum eigur Maniitsoq, sum er skrásett í Tromsø. Skipið er ein gamal nótabátur, sum nú verður nýttur til flutning av livandi toski.

Við býin Maniitsoq í Vesturgrønlandi royna nógvir bátar eftir toski við botngørnum. Teir koyra so toskin í flótandi ringar, sum liggja í sjónum har botngørnini standa.

Ringarnir, sum trolvirkið Vónin hevur gjørt, eru sergjørdir og eru 6x6 metrar. Fiskurin svimur í ringunum í umleið 10 dagar. Tá er hann fastur í “kjøtinum” og væl betri at arbeiða, enn um hann var arbeiddur beinanvegin, hann var veiddur.

Tá so hesir 10 dagarnir eru farnir, kemur Maniitsoq og pumpar toskin umborð og siglir hann inn til flakavirkið í býnum. Har pumpa teir so fiskin upp í kør, sum flakavirkið eigur. Fólk á flakavirkinum taka so fiskin úr kørunum, so hvørt tey arbeiða hann.

- Í 2016 fluttu vit 5.200 tons av toski inn til flakavirkið frá 1. mai til novembur.Í ár vóna vit at flyta 7.000 tons.

Fiskimennirnir fáa nógvan tosk og støddin er góður “millumfiskur”, sigur Kristoffur Gaardlykke, sum er maskinmeistari við Maniitsoq. Sjey mans eru við skipinum.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini her