Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Sjagaklettur ávegis i kanadiska flotan

Kiran Jóanesarson

10.04.2018 - 11:09

Fiskur >

Frystitrolarin Sjagaklettur úr Hvalba, er við at verða strikaður úr føroyska fiskiflotanum.

Skipið stendur í løtuni á bedingini hjá Mest í Havn, har tað endaliga skal fáast uppá pláss áðrenn skipið verður selt.

Hvat søluupphæddin er á skipinum vita vit ikki.

Sjagaklettur varð skrásettur í føroyska fiskiflotanum tann 7. mai í 2015 saman við systurskipinum Gullberg. Skipini vóru keypt úr Russlandi, og vóru fyrstu partrolararnir í føroyska flotanum, sum frystu fiskin umborð.

Árið eftir at partrolararnir vórðu skrásettir í føroyska flotanum sakk Gullberg á fiskileið norðanfyri Føroyar. Øll manningin slapp tó við lívinum.

Seinni keypti felagið Jókin eitt nýtt skip, tó var talan ikki um ein frysti trolara hesaferð, men um eitt lítið uppsjóvarskip, sum hevði kølitangar umborð í staðin fyri frystarí.

Skipið fekk navnið Fram og er skrásett í Vestmanna.