Mynd: Rúni Thomsen

Sjagaklettur sett kós móti Kanada

Sverri Egholm

16.04.2018 - 15:06

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Sjagaklettur stevndi seinnapartin í gjár út gjøgnum Hvalbiarfjørð á seinasta sinni sum føroyskt skip. Kósin varð sett móti Kanada, hagar skipið er selt.

Frystitrolarin, sum varð skrásettur í føroyska fiskiflotanum í 2015 er seldur til Vancouver í Vesturkanada. Sum skilst fingu eigararnir eitt so mikið gott boð uppá skipið, at teir ikki kundu lata vera við at selja.