Sjúrðarberg fer nú til fiskiskap í Barentshavinum

Kiran Jóanesarson

06.01.2018 - 17:20

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Frystitrolarin Sjúrðarberg hevur júst verið í Norra, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið, og Sjúrðarberg fer nú í norskan sjógv at royna, upplýsir Hanus Hansen reiðari.

Sjúrðarberg er eitt av fýra skipum, sum fiskað í Barentshavinum. Hini eru Enniberg og Gadus, sum liggja á Havnini, har ymiskt arbeiðið skal gerast við skipini áðrenn fari verður aftur í Barentshavið, millum annað skal Gadus uppá bedingina hjá Mest, har ymiskt viðlíkahald skal gerast við skipið.

Akraberg fór fryst í vikuni í Barentshavið, har teir skulu fiska í norskum sjógvi.

Seinastu tíðina hava leysasøgur gingið um, at Sjúrðarberg er seldur, men hesum vísir reiðarin, Hanus Hansen, aftur beinanvegin og sigur, at Sjúrðarberg fer til fiskiskap aftur í komandi viku, og har vera 22 mans við skipinum tá ið teir fara aftur til fiskiskap.