Sjúrðarberg hevur fiskað kvotuna – siglir heim við 725 tonsum

Kiran Jóanesarson

03.08.2017 - 21:38

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Frystitrolarin, Sjúrðarberg úr Klaksvík, hevur sett kós móti Føroyum.

Sjúrðarberg hevur nú fiskað kvotuna, og teir hava 725 tons, sum teir hava fiskað í russiska partinum av Barentshavinum.

Veiðan verður avhøvdað og fryst umborð. Sjúrðarberg fór av Klaksvík tann 5.juli, og talan hevur verið sum góðan fiskiskap.