Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Sjúrðarberg hevur sett kósina móti Føroyum við fullari last

Kiran Jóanesarson

09.04.2018 - 13:27

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Frysti trolarin Sjúrðarberg hevur sett kós móti Føroyum við fullari last.

Sjúrðarberg fór úr Føroyum tann 7. mars, og teir hava fiskað í norska partinum av Barentshavinum hendan túrin.

Upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin, og at veiðan verður avhøvdað og rundfryst umborð.

Við Sjúrðarberg hendan túrin eru 17 mans.