Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Sjúrðarberg kom á Klaksvík í gjár við 725 tonsum

Kiran Jóanesarson

08.08.2017 - 10:34

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Frystitrolarin Sjúrðarberg úr Klaksvík kom á Klaksvík í gjár, har teir skulu landa.

Sjúrðarberg hevur verið til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Sjúrðarberg hevur 725 tons, sum teir frysta og avhøvdað umborð. Sjúrðarberg hevur nú fiskað kvotuna fyri 2017.