Savnsmyd: Kiran Jóanesarson

Skipini bíða eftir at sleppa framat í Kollafirði

Kiran Jóanesarson

08.09.2017 - 11:04

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Í Kollafirði hava tey úr at gera við at taka í móti makreli.

Borgarin hevur júst landað góð 1400 tons av makreli, og tá ið Borgarin varð liðugur at landa, sluppu partrolararnir Vestmenningur og Skoraberg framat.

Vestmenningur og Skoraberg hava partrolað eftir makreli norðanfyri í føroysku sjógvi, og teir hava umleið 100 tons.

Tá ið Vestmenningur og Skoraberg hava landað, sleppur Hoyvík framat við 360 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað norðanfyri.

Tá ið Hoyvík hevur landað, eigur Norðingur tørn, teir hava umleið 1100 tons, sum teir skulu landa í morgin.

Skipini fara øll aftur á makrelveiðu tá ið tey hava landa veiðuna til Faroe Pelagic í Kollafirði.