Beitir (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Skipini byrjaði uppá svartkjaftafiskiskapin sunnanfyri Føroyar

Kiran Jóanesarson

10.04.2018 - 22:45

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Seinastu tíðina hava fleiri av uppsjóvarskipunum bíðað eftir, at svartkjafturin skal koma í føroyskan sjógv.

Tað eru tó ikki einans føroysk og russisk uppsjóvarskip, sum fiska svartkjaft sunnanfyri Føroyar, men eisini íslendsk.

Eitt av skipunum er stásiliga uppsjóvarskipið Beitir, sum hevur sett kósina suður um at fiska svartkjaft.

Upplýst verður at áðrenn skipið fór á svartkjaftaveiðu, fóru teir á Søldafjørð, har teir skuldu bunkra áðrenn kósin varð sett móti svartkjaftafeltinum.

Beitir er fyrrverandi Gitte Henning, sum reiðarin Henning Hjeldsen lat byggja í 2014. Skipið varð selt til Íslands longu í 2016, og har fekk skipið navnið Beitir.

Tað er íslendska felagið Síldarvinnslan, sum eigur Beitir.