Mynd: Reiðaríið

Skrokkurin hjá nýggju Gitte Henning er komin til Noregs

Kiran Jóanesarson

10.10.2017 - 19:48

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Nýggja flaggskipið í donku fiskivinnuni, kom í dag til Noregs.

Skrokkurin til nýggju Gitte Henning er bygdur í Pólandi, og arbeiðið hevur gingið væl hóast tað er seinkað nakað.

Nýggja Gitte Henning skal nú gerast liðug í Noreg, og skal latast reiðarínum í apríl 2018. 

Skipið skuldi eftir ætlan latast síðst í hesum árinum, men av tí at arbeiðið varð nakað seinakð, er handanin útsett til apríl mánaða 2018.

Nýggja Gitte Henning verður størsta danska fiskiskapið í danskari søgu. Henning Kjeldsen skrivaði undir sáttmála um nýtt skip tá ið tað gjørdist alment, at táverandi Gitte Henning varð seld til Íslands. Hetta var í 2015.

Henning Kjelden, reiðari, avgjørdi at nýggja skipið ikki skuldi stinga líka nógv sum undanfarna Gitte Henning, soleiðis at tað uttan nakran trupulleika kundi landa í Thyborøn.