Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Slættaberg kom í nátt á Kollafjørð við sild

Kiran Jóanesarson

03.10.2017 - 16:07

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Slættaberg, úr Klaksvík, kom í nátt á Kollafjørð við umleið 300 tonsum av sild.

Slættaberg hevur fiskað norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið góður. Sildin liggur um 370 gramm. 

Upplýst verður, at Slættaberg slapp framat at landa beinanvegin teir komu á Kollafjørð.

Tá ið Slættaberg hevur landað, verður fari aftur á sildaviðu.