Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Smáligt á svartkjaftafeltinum fyri tíðina

Kiran Jóanesarson

11.02.2018 - 15:01

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Fagraberg kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skulu landa.

Fagraberg hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið smáligur.

Fagraberg hevur 1500 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til ídnað.