Bogi Benjardøgg, stýrimaður og Jákup Andrias Andreassen, skipari (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Spentur at sleppa til fiskiskap

Føroyska Sjómansmissiónin

03.02.2017 - 21:05

Fiskur > Tíðindi > Grønland

- Hóast hetta verður mín fyrsti túrur nú, so havi eg siglt við hesum skipinum fyrr.

Tað sigur Jákup Andrias Andreassen, skipari grønlandska línuskipinum Nanoq.

- Tá fiskaðu vit tannfisk í Suðuríshavinum. Hetta er eitt gott skip og eg eri spentur at fiskað aftur við Grønland. Vit hava rímiliga stóra toskakvotu og kunnu fiskað bæði í Vestur –og Eysturgrønlandi, sigur hann víðari.

Tað var í 2015 at grønlendska felagið Arctic Prime keypti línuskipið Nanoq. Skipið er bygt í Norra í 1996, er 44 metrar langt og 10,70 metrar breitt. Motorurin er ein gott 1000 kw. Catepillar.

Hóast Nanoq er eitt frystiskip, so ísa teir fiskin og landa hann til fiskavirkið í Nanortalik.

Teir fiska bara í fimm dagar so skulu teir inn at landa. Tað er nærum bara toskur teir fáa og skipið tekur 400 kør á 320 kg í lastina, sum er umleið 128 tons.

Nanoq er í løtuni í Reykjavík til 20 ára høvuðssýn. Motorarnir eru høvuðsumvældir, samstundis sum ymiskt annað er gjørt við skipið, so tað nú er í fínasta standi.

15 mans eru við Nanoq. Skipari komandi túr verður Jákup Andrias Andreassen og stýrimaður Bogi Benjardøgg.

Teir og tríggir aðrir eru umborð í løtuni, meðan restin av manningini er í Grønlandi. Teir vóna, at skipið verður klárt at fara til fiskiskap aftur mitt í komandi viku.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini her