Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Stapin landað 120 tons

Kiran Jóanesarson

15.07.2017 - 12:37

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Frystilínuskipið, Stapin, av Toftum, landaði í vikuni 120 tons í Kollafirði.

Teir hava roynt undir Føroyum hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið brúkiligur.

Veiðan varð landað í Kollefirði, og tað var Barðið í Havn, sum stóð fyri landingini.

Frystiínuskipið Eivind, hevur eisini landað eina last í Kollafirði, sum Barðið eisini stóð fyri.

Eivind hevði góð 200 tons.