Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Stelkur og Bakur landa 350.000 pund í Runavík

Kiran Jóanesarson

12.09.2017 - 20:05

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Partrolararnir, Stelkur og Bakur, komu á runavík í dag við fullari last.

Parið hevur fiskað á Fugloyarbankanum hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Stelkur og Bakur hava 350.000 pund, har meginparturin av veiðuni er upsi. Parið hevur roynt í eina viku hendan túrin.

Tá ið Stelkur og Bakur hava landað, verður fari nýggjan túr.