Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Stelkur og Bakur landa í Runavík

Kiran Jóanesarson

29.11.2016 - 12:05

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Partrolararnir, Stelkur og Bakur úr Runavík, landa í dag til Faroe Origin í Runavík.

Partrolararnir, sum hava roynt sunnanfyri hendan túrin, hava umleið 300.000 pund, har meginparturin av veiðuni er upsi.

Tá ið Stelkur og Bakur lava landað, fara teir aftur til fiskiskap undir Føroyum.