Mynd: Skibsarkivet

Størsta írska uppsjóvarskipið verið royndartúr

Kiran Jóanesarson

09.09.2017 - 13:39

Fiskur > Tíðindi > Danmark

Írska uppsjóvarskipið, sum verður bygt á Karstensens Skibsværft, var fyrr í vikuni royndar túr.

Talan er um størsta skipið, sum nakrantíð er bygt til Írlands.

Voyager er heili 86,40 metrar langt og 17,40 metrar breitt, og verður størsta uppsjóvarskipið, sum er bygt til Írlands. Skipið er sniðgivið av Salt Ship Design, sum eisini hevur sniðgivið nýggju Gitte Henning, sum verður størsta uppsjóvarskipið í donsku søguni.

Skokkurin til Voyager er bygdur í Pólandi og skipið er síðan gjørt liðugt í Skagen. Voyager skuldi eftir ætlan latast eigarunum í august, men varð nakað seinkað.

Hetta er næsta skipið, sum reiðaríið hjá Voyager byggir í Skagen. Fyrra skipið var umleið 10 metrar styttri, og varð bygt á Karstensens í 2010.