Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Svartkjaftafiskiskapurin minkaður niður í einki

Kiran Jóanesarson

06.06.2018 - 12:07

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Framleiðsluskipið Norðborg kom inn mánadagin, tí fiskiskapurin var so vánaligur.

Norðborg hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin var so vánaigur, at teir valdu at gevast.

Upplýst verður, at teir høvdu einans 270 tons av svartkjafti nú teir komu inn, og veiðan, sum verður heilfryst umborð, varð landað í Ánunum.

Frá teimum ymsu skipinum verður upplýst at lítið og einki er at fáa sv svartkjafti fyri tíðina, men trýstið hevur eisini verið nógv tá ið bæði føroysk, íslendsk, grønlendsk og russisk skip hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi.