Savnsmynd: Sverri Egholm

Svartkjafturin kemur aftur á Fuglafjørð

Kiran Jóanesarson

22.11.2016 - 09:26

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Flestu føroysku uppsjóvarskipini, hava fiskað kvoturnar eftir sild og makreli.

Tey flestu føroysku skipini í uppsjóvarvinnuni hava fiskað makrel og sildakvoturnar fyri 2016, og fara nú at rigga til at fiska svartkjaft.

Eitt av skipunum, sum hevur fiskað svartkjaft, er Christian í Grótinum úr Klaksvík, sum kom á Fuglafjørð í gjár við 2400 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Talan hevur verið um góðan fiskiskap, og tá ið Christian í Grótinum hevur landað, verður farið nýggjan túr eftir svartkjafti.