Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tasilaq skal landa svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

16.05.2018 - 06:46

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Grønlendska uppsjóvarskipið Tasilaq skal landa svartkjaft í Fuglafirði.

Tasilaq hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava 900 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Svartkjaftaskipini hava í løtuni góðan fiskiskap eftir svartkjafti sunnanfyri. Á leiðini royna bæðir føroysk, íslendsk, grønlendsk og russisk skip.