Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Trokan undir Havsbrún

Føroyska Sjómansmissiónin

08.03.2017 - 18:23

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Í dag lógu fýra skip og bíðaðu eftir landing til Havsbrún. Írsku trolararnir Father Mckee og Brendelen hava fiskað havgølt. Father Mckee hevur 1300 tons og Brendelen nakað minni.

Teirra kvota eftir havgølt er uppi á hesum sinni. Tey fara nú á svartkjaftaveiðu.

Klokkan 11 fyrrapartin komu bæði Borgarin við 2100 tonsum og Norðingur 1900 tons av svartkjafti.

Skipari á Norðingi er Lion Petersen. Hann letur væl at túrinum, sum hevur vart í eina viku.

-Hetta er okkara fyrsti túrur og vit eru væl nøgdir við skipið, sigur skiparin á Borgaranum,Jónleif Joensen.

- Avbjóðingar hava verið og tað høvdu vit eisini væntað. Harafturat var sjaskveður onkran av døgunum. Eg kann tí siga, at vit hava fingið roynt bæði útgerðina, skipið og manningina-,sigur Jónleif.
Borgarin hevur verið burturi í eina góða viku.

Tá Norðingur og Borgarin hava landað fara teir aftur á svartkjaftaveiðu.

Meira frá Føroysku Sjómansmissiónini her