Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tróndur í Gøtu hevur landað svartkjaft í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

04.02.2018 - 22:43

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur landað svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði.

Tróndur í Gøtu hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri í Føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir høvdu umleið2400 tons, sum teir landaðu til Havsbrún. 

Tá ið Tróndur í Gøtu hevði landað, fóru teir aftur á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar.