Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tróndur í Gøtu hevur sett kós móti svartkjaftafeltinum í altjóða sjógvi

Kiran Jóanesarson

03.03.2018 - 21:04

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur landað lodnu í Íslandi, og hevur samstundis fiskað kvotuna.

Teir hava júst landað 1400 tons í Fáskrúðsfirði, og upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið góður.

Teir komu til Fáskrúðsfjørð hóskvøldið, og sluppu framat at landa beinanvegin.

Tá ið teir høvdu landað, settu teir kós móti svartkjaftafeltinum í altjóða sjógvi, har hini svartkjaftaskipini eisini royna.