Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tróndur í Gøtu landað í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

09.06.2018 - 09:52

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið hevur landað svartkjaft til Havsbrún. 

Tróndur í Gøtu landaði í gjár eina svartkjaftalast í Fuglafirði.

Teir høvdu umleið 800 tons, sum teir landaðu til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fóður.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti er minkaður nógv seinastu tíðina, og nøkur av skipunum eru givin við fiskiskapinum.