Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Tróndur í Gøtu landar 350 tons í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

12.10.2017 - 08:26

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa makrel.

Teir skulu landa umleið 350 tons av makreli, sum teir hava fiskað í norskum sjógvi til uppsjóvarvirkið Pelagos, og upplýst verður at talan er um góða stødd.

Veðrið hevur verið vánaligt hendan túrin, men fiskiskapurin hevur verið hampiligur.