Mynd: Vardin.fo

Tróndur í Gøtu landar 800 tons í Fuglafirði

Kiran Jóanesarson

07.09.2017 - 23:25

Fiskur > Tíðindi > Føroyar

Tróndur í Gøtu kom á Fuglafjørð í dag við makreli.

Uppsjóvarskipið hevur fiskað makrel norðanfyri Føroyar, men teir hava tó roynt í altjóða sjógvi hendan túrin. 

Veiðan er á 800 tons og verður landað til Pelagos í Fuglafirði.

Skipini síggja nógvan makrel norðanfyri, og tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað, fara teir beina leið aftur á makrelfeltið.